Innanlands

Hava trupulleikar av at bilførarar parkera í busslummum

Løgreglan heitir á fólk um ikki at seta bilin í busslummum

2019-02-05 09:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu tíðina hevur løgreglan fingið nógvar fráboðanir um at fólk ólógliga stilla bilarnar í busslummum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at løgreglan fekk tríggjar slíkar fráboðanir bara í gjár, og at hetta er ein trupulleiki.

Summi siga, at tey seta bilarnar har, tí at tey ikki tora at koyra víðari tá kavi er, men summi brúka busslummarnar sum parkeringspláss, tá tey skulu heinta onkran, ella tá tey skulu koyra saman víðari.

Trupulleikin er, at busslummarnir eru gjørdir eftir støddini hjá bussunum, so at hesir fáa vent, og tí er ikki pláss fyri at bilar standa har.

Løgreglan heitir tí á fólk um ikki at stilla bilar í busslummarnar. Hetta er til vansa í ferðsluni og hetta fer við nógvar tíð hjá løgregluni, sum mugu ringja runt og finna fram til eigararnar av bilunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder