2025-11-20 18:36
Í neystinum í Bug í Leirvík er alment baðirúm og vesi. Í eina tíð hava fleiri tilburðir av herverki verið inni í neystinum, har ristir og vesikummur hava verið tiptar, vesipappír er brent inni á vesinum o.a, sigur Eysturkommuna á heimasíðuni.
Hetta tilboðið hevur annars verið væl brúkt, eitt nú av teimum, ið dyppa í Leirvík, umframt øðrum, ið vitja á sandinum.
Herverkstilburðirnir hava tíverri við sær, at neystið verður stongt frá í dag, 20. november. Boðað verður frá, tá neystið er opið fyri almenninginum aftur, sigur kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald