Innanlands

Hava gjørt yvirlit yvir upplatingartíðir, skeinkingartíðir o.a. serligar dagar

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum

2019-06-20 14:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.

Vanliga upp- og afturlatingartíðin

Matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til hósdag vera afturlatin millum kl. 24:00 og 05:00. Leygarmorgun og sunnumorgun skulu matstovur og skeinkingarstøð lata aftur í seinasta lagi kl. 04:00. Í seinasta lagi 15 minuttir fyri afturlatingartíðina skal skeinkingin halda uppat. Skeinkingartíðirnar fylgja ikki í øllum førum upplatingartíðunum, og vanliga er ikki loyvt at skeinkja áðrenn kl. 11:00 á morgni. 

Upp- og afturlatingartíðir og aðrar reguleringar serligar dagar

Afturat hesum eru tað í halgidagslógini  ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíðir fyri serligar dagar í árinum. Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt offentlige forlystelser. Offentlige forlystelser hevur politiið nágreinað, sbr. politiviðtøkurnar, sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá politinum, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt. Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini. 

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum. Legg til merkis, at samsvar er ikki í øllum førum millum matstovulógini, sum skipar reglurnar um skeinking, og halgidagslógini, sum skipar reglurnar um almennan frið og offentlige forlystelser. Aðrar dagar enn teir niðanfyrinevndu skal virksemið fylgja vanligu upp- og afturlatingartíðunum í matstovulógini, sbr. omanfyri.

Sí nærri her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder