Innanlands

Hava fingið styrk úr Danmark

Løgreglan er væl mannað til evropeisku dystirnar í annaðkvøld

Soleiðis sá út tá fjepparar hjá Hajduk Split vóru á Tórsvølli í 2024 (Mynd: Tórir Photo)

Soleiðis sá út tá fjepparar hjá Hajduk Split vóru á Tórsvølli í 2024 (Mynd: Tórir Photo)

2026-08-12 12:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fyrireikar seg í hesum døgum at taka ímóti útlendskum fjepparum sum stuðla sínum liðum sum skulu spæla evropeiskar dystir móti KÍ og NSÍ hóskvøldið.

Styrkur er komin úr Danmark í sambandi við dystirnar, og eisini verður ein venjing við Tjarnir seinnapartin partur av fyreikingunum.

Dysturin millum KÍ og polska Lech Poznan er fluttur á Tórsvøll av trygdarávum. Hetta tí, at hetta verður mett at vera ein sonevndur "high-risk" dystur og tá eru krøv til eitt nú vakmyndatólskipan, sum Tórsvøllur er útgjørdur við. Útiáskoðarar hjá Lech Poznan hava orð at vera truplir.

NSÍ spælir ímóti sveisiska Lugano við Djúpumýru.

Báðir dystirnir byrja hóskvøldið klokkan 18:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder