Í 1975 stóð Vesturkirkjan liðug. Talan er um hægsta bygning í landinum, og hann hevur nú 50 ár á baki.
Hetta verður hátíðarhildið á ymsan hátt, og byrjað verður við sonevndari hámessu nú sunnudagin 24. august.
Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at allir prestarnir í høvuðsstaðnum - Heri Joensen, Bergur Debes Joensen, Derhard Jógvansson og Hanus á Gørðum eru prestar til hámessuna - og at Jógvan Fríðriksson, bispur, eisini verður har.
Hann fer at siga nøkur orð. Umframt hetta verður sangkór, sunnudagsskúli og okkurt at fáa aftaná.
Síðani verður kirkjan opin, framsýning er sett upp, og um kvøldið verður hátíðar-orgulkonsert við organistunum Ara Hammer Joensen og Jógvani Thomsen, stendur á folkakirkjan.fo.
Tað, at Vesturkirkjan hevur staðið í hálva øld og nú "fyllur runt", verður eisini markað í seinastuni vikuni í august. Har vera konsertir, arkitekturfrágreiðingar, ungdómsguðstænastur, grilling og so framvegis.
Sí skránna niðanfyri:
Mánadagin 25. august – fríggjadagin 5. september
kl 10:00-17:00 Opin kirkja, Høvið er at síggja framsýningina og hyggja seg um í kirkjuni, fáa sær ein kopp av te ella kaffi og annars njóta løtuna.
Mánadagin 25. august
kl 20:00-21:15 Gospelkonsert við Aalborg Gospel Choir. Glaðir og lívligir tónar frá heili 130 sangarum. Kórleiðari er Henrik Daniel Christoffersen. Dyrnar lata upp kl 19:30
Týsdagin 26. august
kl 10:30-11:30 Arkitekturur og ímyndir í kirkjuni, spennandi fyrilestur frá Eyðuni Eliasen um arkitekturin í Vesturkirkjuni
Mikudagin 27. august
kl 16:30-17:30 Syng við – Barnasálmar. Sálmar og drekkamunnur í barnahædd. Hanus á Gørðum, prestur, presenterar sálmarnar.
kl. 20:00-21:00 Føðingardagssálmakvøld, Heri Joensen, prestur, sigur frá sálmunum.
Hósdagin 28. august
kl 19:00-20:00 Arkitekturur og ímyndir í Vesturkirkjuni, spennandi fyrilestur frá Eyðuni Eliasen um arkitekturin í Vesturkirkjuni.
Fríggjadagin 29. august
kl. 10:00-10:30 Morgunlestur í VK við Hera Joensen, presti.
kl. 20:00-21:30 Ungdómsguðstænasta, Derhard Jógvansson er prestur, Torgeir Petersen, teologilesandi, hevur prædikuna, Hans F. Christiansen syngur og lovsongsbólkurin úr Tabor á Toftum luttekur.
kl.15:00 (Um viðrar) Gongutúrur úr Kirkjubø til Vesturkirkjuna við Derhardi Jógvanssyni.
kl. 17:00 Afturkomin av gongutúri verður gott við grillaðum pylsum ella líknandi. Grillmeistarar verða Derhard og Ann. Náddu tit ikki gongutúrin, komið so bara beint í kirkjuna til matin.
Sunnudagin 31. august
kl.11:00 Guðstænasta við altargongd, Bergur Debes Joensen er prestur og Tórshavnar manskór syngur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald