placeholder
Mentan

Hátíðarhalda 10 ár við stórari konsert

20. november fer føroyski rappbólkurin Swangah at hava konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í sambandi við, at 10 ár eru liðin, síðan fyrsta útgáva teirra, "Belials Synir" kom út

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-18 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tann 20. november í ár verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um stóra rapp-konsert hjá bólkinum Swangah.

Hetta er í sambandi við, at tað í ár eru 10 ár síðan, fyrsta útgáva teirra, "Belials Synir" kom á føroyska marknaðin í 2011, og fer bólkurin at framføra øll løgini á útgávuni hetta kvøldið.

Afturat Swangah fara Marius DC, RSP og Ghostnotes at framføra.

Í 2018 vóru Swangah virðisløntir á FMA, har teir fingu viðurkenning fyri mongu árini av tónleikaligum útláti, íkasti og sermerki til tað, ið einskilda er kent sum føroyskt hiphop. Swangah er vorðin ein grundsteinur í føroyskum hiphop og rapp, og við 10 ár á baki síðani fyrstu útgávuna, og skal hetta hátíðarhaldast saman við Føroya fólki, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.

“Belials Synir” kom út í 2011, eftir at Swangah setti hol á fyrstu rapp-verkætlanina av sínum slag í føroyskari søgu. Greitt var beinanvegin, at einki líknandi nakrantíð var sæð ella hoyrt í Føroyum og eftir bert fáar vikur, hevði Swangah sett síni spor í føroyska landslagið. Størsti partur av føroyingum dugdu tekstirnar, og eisini var Swangah ovast á plakatunum, tá konsertir og festivalar kring landið kunngjørdu tónleikanøvn. Veruliga gjøgnumbrotið kom á G! Festivalinum í 2011, tá bólkurin fekk stóru fjøldina í Gøtu at kóka. Eftir konsertina skýrdi ummælari hjá Sosialinumkonsertina at vera millum tær bestu á G!

Atgongumerkini til konsertina kunnu keypast á atgongumerki.fo frá í dag.

Omanfyri síggjast nøkur hæddarpunkt frá framførsluni hjá Swangah á G! festivalinum í 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder