Mentan

Hátíðarhald fyri føroysku tilnevningunum

Seinnapartin verður avdúkað hvørji fáa virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum í ár. Fyri fyrstu ferð eru Føroyar tilnevndar í øllum kategorium

2025-10-21 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð eru Føroyar í ár umboðaðar í øllum fimm kategoriunum í virðislønum Norðurlandaráðsins. Hetta er eitt frambrot fyri føroyska list og mentan. 

Og hóast sjálv handanin av virðislønunum ikki verður fyrr enn um eina viku, so verður tað í dag kunngjørt hvørji fáa tær ymisku virðislønirnar.

Norðurlandahúsið hevur valt at hátíðarhalda hesa stórhending við almennari móttøku í dag klokkan 17 har tey føroysku tilnevndu verða fagnað. 

Seinni í kvøld, kl. 18, vísir Norðurlandahúsið føroyska filmin “Seinasta paradís á jørð”, ið er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins – hetta er fyrstu ferð ein føroyskur filmur er tilnevndur hesa virðisløn. 

Vinnararnir av virðislønum Norðurlandaráðsins 2025 verða kunngjørdir sama dag. 

Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið at vera við at hátíðarhalda hetta søguliga kvøldið saman við okkum. 

Tey tilnevndu úr Føroyum eru: 

  • Umhvørvisvirðislønin 2025: Hugla 
  • Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin 2025: Elin á Rógvi og Silja Eystberg: Fornt, Bókadeild Føroya Lærarafelags. 
  • Bókmentavirðislønin 2025: Vónbjørt Vang: Svørt orkidé, yrkingar, Forlagið Eksil, 2023. 
  • Filmsvirðislønin 2025: Seinasta paradís á jørð, leikstjóri: Sakaris Stórá, handritahøvundar: Mads Stegger og Tommy Oksen, framleiðari: Jón Hammer. 
  • Tónlistavirðislønin 2025: Brimheim. 

Sjálv handandanin av Norðurlendsku virðislønunum verður í Stockholm komandi týskvøld. Virðislønirnar eru á 300.000 danskar krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder