Innanlands

Háskúlin skal hava nýggjan stjóra

Annfinnur Heinesen ætlar ikki at søkja starvið aftur, nú skeið hansara er úti

Annfinnur Heinesen (Mynd: Edvard Nyholm Debess)

Annfinnur Heinesen (Mynd: Edvard Nyholm Debess)

2019-05-01 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Fólkaháskúli skal hava nýggjan stjóra í summar. Skeiðið hjá Annfinni Heinesen er nú runnið, og søkjast skal eftir háskúlastjóra av nýggjum.

Og tað verður eisini ein nýggjur stjóri, sum kemur at standa á odda í gomlu bygningunum í Hornabø í summar, tí Annfinnur fer ikki at søkja starvið av nýggjum. Tað boðaði hann frá í einum uppslagi á Facebook í gjár, har hann takkaði fyri tíðina.

- Háskúlin í Hornabø er eitt heilt serligt stað, og ein heilt serligur stovnur. Hóast starvið oftani hevur verið strævið, so hevur tað verið ótrúliga stuttligt og spennandi, og vit hava øll trivist ordiliga væl á Háskúlanum hesi nú skjótt fimm farnu árini. Tí er tað ikki sørt sorgblítt at siga farvæl, skrivar Anfinnur Heinesen millum annað.

Hann sigur seg kunna takka við góðari samvitsku, tí hann hevur nátt teimum málum, sum hann setti sær fyri, skrivar Anfinnur Heinesen:

- Undirtøkan er góð, ikki bara fíggjarliga, men eisini fólksliga. Vit hava fingið hægri játtan, størri stuðul, fleiri skeið, fleiri næmingar, fleiri umvælingar, og vónandi hevur tað eisini eydnast okkum at gera Háskúlan meira sjónligan? Eg takki, við góðari samvitsku, fyri meg...  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder