Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Kamala Harris útilokar ikki, at hon fer at stilla uppaftur til amerikanska forsetavalið.
Harris, sum var varaforseti undir Joe Biden frá 2021 til 2025 gjørdist forsetavalevni hjá Demokratunum í juli 2024, eftir at Biden tók seg úr valstríðnum. Men tað valið endaði republikanarin, Donald Trump sum kunnugt við at vinna.
Í samrøðu við bretska BBC sigur Harris, at USA heilt vist fer at fáa ein kvinnuligan forseta. Spurd, um tað verður hon, svarar hon; "møguliga".
– Eg eri ikki liðug. Øll mín yrkisleið hevur snúð seg um almenna tænstu, og tað situr í mær, sigur hon.
Harris sigur seg ikki hava tikið nakra avgerð, men hon sigur tó, at hon framvegis sær seg sjálva hava eina framtíð í politikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald