Innanlands

Harðskapsmál í Havn

Í gjár vórðu tríggir menn tiknir fyri harðskap – Ein varð stungin við knívi, men hann var tó ikki í lívsvanda

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-24 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um rok í einum bústaði í J.C. Svabosgøtu í Havn, og í hesum sambandi vórðu tríggir menn tiknir fyri harðskap.

Ein maður varð stungin við knívi, men løgreglan sigur við Kringvarpið, at viðkomandi ikki var í lívsvanda.

Seinni í dag verður grundlógaravhoyring í Føroya Rætti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder