Innanlands

Harðskapsmál í Havn

Nógv fólk vóru í býnum í nátt, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-11-18 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum fýra í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður hevði brúkt harðskap móti tveimum monnum í Havn.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at løgreglan fer at kanna málið nærri í dag fyri at fáa greiði á, hvat er hent, og tí ber ikki til at siga so nógv um málið í løtuni.

Nógv fólk vóru í býnum í nátt, og løgreglan var eisini runt og vitjaði skeinkistøð. Nakrir menn vóru kannaðir í miðbýnum í Havn, og tað vísti seg, at tann eini hevði eina lítla nøgd af hassji uppi á sær, so nú er viðkomandi skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni.

Eisini hevur løgreglan steðgað fleiri bilum í nátt fyri at kanna, um talan var um rúsdrekkakoyring. Eini 30 bilar vórðu steðgaðir, men har var alt í lagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder