Innanlands

Hans Pauli Strøm farin

Vágbingurin og hagfrøðingurin, sum hevur sitið á tingið og í landsstýrinum umboðandi Javnaðarflokkin, gjørdist 77 ára gamal

Hans Pauli Strøm avmyndaður saman við dóttrini Ingilín og versoninum Teiti Lassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hans Pauli Strøm avmyndaður saman við dóttrini Ingilín og versoninum Teiti Lassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-20 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun bórust boðini um at fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, er farin, 77 ára gamal.

Hans Pauli Strøm var vágbingur, føddur millum jól og nýggjár 1947. Hann er útbúgvin sosiologur, og lívsstarv hansara var á Hagstovu Føroya.

Flest kendu tó Hans Paula sum politiskt engagerað eldsál. Sum ungur var hann aktivur á vinstraveinginum, var í lestrartíðini í Danmark einav blaðstjórunum á Oyggjaskeggja og seinni á Framanum. Seinni gjørdist hann javnaðarmaður, og varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í 1998, umboðandi Norðstreymoyar valdømi. Hann hevði tá sett búgt í Vestmanna, haðani konan Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen er.

Hann fall á valinum í 2002, men kom aftur á ting í 2008. Hann sat sum landsstýrismaður við almanna og heilsumálum í 2004 til 2008 og í 2008 og 2009 sum landsstýrismaður við heilsumálum. Í 2009 bað hann um at verða loystur úr landsstýrissessinum fyri at fara aftur í løgtingil og Hagstovuna av virka.

Hans Pauli og Gyðja eiga døturnar Marin, Silju og Ingilín Didriksen Strøm.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder