Innanlands

Hanna Vang heldur fram sum løgtingsins umboðsmaður

Hetta til og við 2030. Tað hevur løgtingið einmælt samtykt í dag

Hanna Vang fer 1. januar undir sítt annað skeið sum løgtingsins umboðsmaður (Mynd: lum.fo=

Hanna Vang fer 1. januar undir sítt annað skeið sum løgtingsins umboðsmaður (Mynd: lum.fo=

2025-09-10 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hanna Vang hevur virkað sum løgtingsins umboðsmaður síðani 1. januar 2021. Og hetta skal hon framhaldandi gera - til ársenda 2030.

Hetta hevur løgtingið einmælt samtykt í dag, sambært Kringvarpinum.

Val av Løgtingsins umboðsmanni stóð sum punkt nummar tvey á drúgvu dagsskránni fyri tingfundin.

Sí eisini: Løgmaður og landsstýrisfólk skulu standa til svars til einaferð út á seinnapartin

Hanna Vang er útbúgvin løgfrøðingur og hevur royndir sum fulltrúi. Hon viðger ymisk mál og klagur, sum koma inn.

Hvørt skeið hjá løgtingsins umboðsmanni er fimm ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder