placeholder
Innanlands

Hanna Jensen verður møguliga nýtt landsstýrisfólk

Eftir ætlan fer landsstýrið at kunngera tvey nýggj landsstýrisfólk í mentamálum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-14 10:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Møguliga verða tvey nýggj landsstýrisfólk í mentamálum sett í dag. Umboð fyri samgonguna sótu til seint í gjárkvøldið og royndu at fáa eina politiska kabalu at ganga upp.

Sum Kringvarpið skilir tað varð semja gjørd um at tvey nýggj landsstýrisfólk í mentamálum vera sett.

Kringvarpið sigur, at óváttaði tíðindi eru um at Hanna Jensen úr Framsókn verður landsstýrisfólk í undirvísingarmálum, meðan eitt av verandi landsstýrisfólkunum hjá Tjóðveldi fær restina av mentanarpartinum sum fevnir um stjórnaruppgávur, politisku umsitingina og menning.

Hanna Jensen hevur forkvinnusessin í mentanarnevndini í Løgtinginum. Seint í gjárkvøldið vildi Tjóðveldi hava Óluvu Klettskarð í tann sessin. Hesi tíðindini eru tó ikki váttaði, sigur Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder