Uttanlands

Handilsavtala millum Noreg og Stórabretland

Avtalan er hin størsta fríhandilsavtalan, sum Noreg hevur gjørt síðan 1992

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg sigur, at hon er væl nøgd við avtaluna (Savnsmynd)

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg sigur, at hon er væl nøgd við avtaluna (Savnsmynd)

2021-06-05 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

31. januar í fjør fór Stórabretland úr ES, og nú bretar eru farnir úr ES, hevur Stórabretland gjørt eina umfatandi fríhandilsavtalu við Noreg.

Talan er um størstu fríhandilsavtaluna, sum Noreg hevur gjørt síðan 1992, skrivar Ritzau.

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg sigur seg vera væl nøgda við avtaluna.

– Vit tryggja meira forsøgni fyri norskan útflutning, og norskar fyritøkur í Stórabretlandi verða javnsettar við fyritøkur í ES, sigur hon.

Stórabretland er størsti handilsfelagin hjá Noregi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder