Hamas er framvegis til reiðar at fara víðari til næsta stig í amerikonsku friðarætlanini um Gaza, sigur talsfólk hjá hernaðarligu rørsluni.
– Tey eru til reiðar at fara undir at seta avtaluna í verk og fara víðari til næsta stig, um hon verður góðkend av Ísrael, og at Ísrael fer undir at seta avtaluna í verk, verður upplýst sambært Ritzau.
Hamas hevur greitt friðarráðnum, sum varð stovanð av amerikanska forsetanum, Donald Trump, sonevnda "Board of Peace", at tey eru greið yvir, hvat næsta stig hevur við sær.
Sambært friðarætlanini skulu vápnaðir bólkar m.a. leggja vápnini frá sær.
Sambært talsfólkinum hjá Hamas, verður heitt á amerikonsku umsitingina um at leggja trýst á Ísrael fyri at fáa landið at halda avtaluna og fara víðari til næsta stig.
Hamas hevur áður boðað frá, at tey eru sinnað at leggja vápnini, og hetta er eitt gjøgnumbrot, sigur amerikanski forsetin.
Sambært ísraelskum miðlum hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu tó avvíst friðarætlanina hjá Trump.
– Herurin fer ikki at taka seg aftur, áðrenn Hamas veruliga er avvápnað, sigur Netanyahu.
Netanyahu sigur, at Ísrael hevur tosað við amerikanararnar, sum "hava nøkur hugskot. Onkur kunnu góðtakast, og onnur ikki," sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald