Innanlands

Hálvur føroyingur missir ríkisborgaraskapin

Verður nú vístur úr Danmark fyri lívstíð fyri at hava verið í stríð fyri IS

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-11-19 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein dani við føroyskari mammu og tunesiskum pápa, missir nú sín danska ríkisborgaraskap, og verður útvístur fyri lívstíð fyri at hava stríðst fyri Islamiskan Stat í Sýria.

Tað hevur danski Hægstirættur avgjørt. Hægstirættur gongur sostatt ímóti dómunum bæði í rættinum í Frederiksberg og Eystara Landsrætti, skrivar Ritzau.

28 ára gamli Adam Johansen, sum hevur mammu úr Føroyum, er uppvaksin í Danmark, har hann eisini hevur stovnað familju. Konan og sonurin fluttu tó frá honum, tá hann fór til Sýrialands, ”fyri at gera mun”, sum hann sjálvur kallaði tað.

Í Eystara Landsrætti varð hann dømdur fýra ár í fongsul. Hægstirættur hevur tó einans tikið støðu til spurningin um ríkisborgaraskapin.

Hægstirættur legði í síni avgerð dent á álvaran og slagið av lógarbrotum, og at familju- og privatlív hansara í Danmark ikki talar avgerandi ímóti útvísing og frátøku av ríkisborgaraskapi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder