Innanlands

Hált um alt landið

Landsverk boðar frá hálku um allar oyggjarnar

Skíggjamynd: Landsverk

Skíggjamynd: Landsverk

2019-01-29 08:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kavin argaði ferðsluna í gjár og aftur í dag liggur hann tjúkkur og er til ampa fyri bilførarar.

Landsverk boðar frá hálku og sigur at roknast kann við hálku kring alt landið.

Boðað verður frá hálku á Streymnes og Høgareyni. Roknast kann við hálku á Dalavegnum til Viðareiðis, í Gerðabøi í Klaksvík, um Gjáarskarð, á Kambsdali, Á Gøtueiði, í Runavík, eystanfyri í Norðskálatunlinum, á Tjørnuvíkarvegnum, Norðuri í Sundum í Kollafirði, á Vatnsoyrum, í Kaldbaksbotni, á Sundi, við Velbastaðháls, á Brekkuni Stóru á Sandoynni, um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi.

Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder