2025-11-22 21:47
Løgreglan fekk fyrr í kvøld fleiri fráboðanir um hálku í Havn, Hoyvík og á Argjum, men nú eru fráboðanir komnar um alt landið.
Heitt verður á bilførarar um at vera varin.
Tórshavnar kommuna hevur fingið boðini og er farin út at salta. Hinvegin er Landsverk givið við at salta fyri í kvøld og byrjar aftur í morgin tíðliga, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald