2025-12-03 07:58
Stutt fyri klokkan 13 í gjár varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Oyggjarvegnum.
Talan var um ein bilførara, sum misti tamarhaldið á bilinum í hálkuni og fór út av.
Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann hevur tað gott, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilurin fór tó illa, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at hann var væl skøddur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald