Innanlands

Hálka í skýmingini

Fleiri fráboðanir eru um hálku kring alt landið. Landsverk saltar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-19 16:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er vorðið hált í fleiri støðum nú tað fór at skýma, og løgreglan fær í løtuni fleiri fráboðanir um hálku kring alt landið.

Landsverk hevur alla manning á vakt og tað verður saltað fleiri staðni. Tað er longu saltað á Høgareyni, Oyggjarvegnum, millum Fjarða, Æðuvík og á Oyndarfjarðarvegnum.

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur við útvarpið, at tað kann væntast at vera hált í alt kvøld, og tað verður saltað har tað er neyðugt.

Hann heitir á fólk um at vera ansin í ferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder