Innanlands

Halda fram at skriva samgonguskjalið í dag

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin taka samráðingarnar upp aftur klokkan tíggju. Greiða skal fáast á stórmálum

Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen settu av álvara skjøtul á samgonguráðingarnar klokkan 10 í gjár. Tær verða tiknar upp aftur sama klokkuslett í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen settu av álvara skjøtul á samgonguráðingarnar klokkan 10 í gjár. Tær verða tiknar upp aftur sama klokkuslett í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-31 08:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gott lag, gott mót og framgongd á fleiri økjum.

Beinir Johannesen lat væl at, tá hann í gjárkvøldið tók samanum fyrsta samráðingardagin - bæði á FM1 og seinni í Kringvarpinum.

Hoyr samrøðu við samráðingarleiðaran frá klokkan fimm í gjár: Beinir er meira bjartskygdur nú enn tá dagurin byrjaði

Tað er bert Beinir Johannesen, samráðingarleiðari, sum úttalar seg í løtuni. 

Í bygninginum hjá Havnar Arbeiðarafelag, har Løgtingið leigar seg inn, tyktist tó sum heild góður hýrur at valda. Har kom eisini ymiskt í eitt møguligt samgonguskjal.

Les eisini: Beinir Johannesen og hini farin undir sjálvt samgonguskjalið

Ein stórur meiriluti ynskir ABC-samgongu

Tað skal tó staðfestast, at hetta var fyrsti samráðingardagur hjá ABC, og at man nú næstu dagarnar fer at síggja, um flokkarnir veruliga ynskja hetta og kunnu fremja tað í verki.

Samráðingar vóru til um 21-tíðina í gjár. Tær verða tiknar upp aftur klokkan tíggju í dag. Tá verður arbeitt víðari við somu evnum, sum í gjár: Almanna og heilsumál, Orka og umhvørvi, og skúla og mentamál.

Umframt hetta situr ein bólkur og arbeiðir meira yviskipað. Hetta eru formenninir í A, B og C, umframt Jacob Vestergaard, Anna Falkenberg og Ben Arabo, umframt at onnur hava verið í tí rúminum eisini. Meginpartin av hesum kunnu væntast at manna eitt komandi landsstýrið - hetta er tó ikki staðfest enn.

Portalurin og FM1 fylgja samgongusamráðingum tætt. Dagføring verður í tíðindunum á FM1 klokkan 12, umframt at ymiskt tilfar verður á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder