Innanlands

Hagstovan: Stígur í lønargjaldingunum

Góðar 860 milliónir krónur vórðu útgoldnar í november – Mannfólk fingu 524,7 milliónir, meðan konufólk fingu 313,8

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-14 12:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Góðar 860 mió. krónur vórðu útgoldnar í lønum í november – góðar fimm mió. færri enn í november í fjør.

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa, at vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp. Hetta er galdandi fyri bæði kyn.

Í november fingu mannfólk 524,7 mió., meðan konufólk fingu 336 mió. Í november fingu konufólk 313,8 mió., meðan mannfólk fingu 551,7 mió. krónur.

Vøkstur hómast tó framvegis í "almennari o.a. tænastu" og "privatu tænastuvinnunum", men vøksturin er steðgaður upp í bókunum "byggivinnu og aðrari tilvirking" og "fiskivinnu o.a. tilvirking".

Hóast trendurin nú vísir, at vøksturin í lønargjaldingum er steðgaður upp, eru tær tó vaksnar 1,8 prosent í tíðarskeiðnum januar til november 2020 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Í "byggivinnu o.a. tilvirking" er vøksturin 5,9 prosent, í "almennari o.a. tænastu" er vøksturin 4,3 prosent, meðan lønargjaldingarnar eru minkaðar í "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu" og "privatu tænastuvinnunum" við ávikavíst 1,8 og 0,6 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder