Seinasta árið - í tíðarskeiðnum juli 2025 til juni 2026 - innfluttu føroyingar fyri knappar 11,8 milliardir krónur, sum er ein vøkstur á 1,2 milliardir krónur - ella 11,8 prosent - í mun til undanfarna ár, skrivar Hagstovan.
Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 374 milliónir krónur - 16 prosent, meðan innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið knappar 161 milliónir krónur - 49,2 prosent.
Innflutningsvirðið av brennievni og øðrum oljuúrdráttum er seinasta árið vaksið nærum 48 milliónir krónur - ella 3,1 prosent. Tó er innflutta nøgdin av brennievni minkað við nærum 29.000 tonsum. Virðið fyri hvørt innflutt kilo í juni 2026 var 6,20 krónur kilo. Til samanberingar var virðið 4,20 krónur kilo í februar 2026 og 8,50 krónur kilo í apríl 2026, skrivar Hagstovan.
Innflutningurin úr ES er vaksin knappar 275 milliónir krónur, meðan innflutningurin úr Evropa annars er vaksin við góðum 312 milliónum krónum. Av londum uttan fyri ES er innflutningurin úr Íslandi vaksin mest - 278 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald