Innanlands

Hagstovan: Innflutningurin methøgur í 2021

Í fjør innfluttu vit fyri 9,3 milliardir krónur, ið er 13,8 prosent hægri enn í 2020

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Hagstovan/Ólavur Frederiksen)

2022-02-19 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2021 innfluttu vit fyri 9,3 milliardir krónur. Hetta er 13,8 prosent hægri enn í 2020, sambært Hagstovuni.

Innflutningsvirðið á brennievni o.t. er vaksið yvir 400 milliónir krónur í 2021. Hetta svarar til góð 43%. Hetta, hóast nýtslan var áleið tann sama í 2021 sum í 2020.

Eisini var stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og maskinur og onnur útgerð. Her vaks innflutningurin ávikavist 234 milliónir krónur og 237 milliónir krónur.

Lutfalsliga er rávøra til fiskavirking vaksin mest – yvir 60 prosent. Innflutningurin av feskum og heilum frystum fiski til virkingar vaks ávikavist 150 og 140 milliónir krónur í 2021, skrivar Hagstovan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder