Seinastu 12 mánaðirnar - í tíðarskeiðnum november 2024 til oktober 2025 - vórðu góðar 13,5 milliardir krónur útgoldnar í lønum.
Talan er um ein vøkstur á 850 milliónir krónur - ella 6,7 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini.
Menn áttu 67 prosent av vøkstrinum
Av vøkstrinum á 850 milliónir krónur seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn størra partin við 67 prosentum.
Býtt á geira, áttu menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, størsta vøksturin. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við 480 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 8,3 prosent.
Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin við 6,3 prosentum og 209 milliónum krónum.
Vøksturin størstur í Sandoynni
Tá hugt verður at vøkstrinum kring landið sæst, at tey, sum vóru búsitandi í Sandoynni høvdu størsta vøkturin - 15,4 prosent.
Tey, sum búðu í Suðurstreymoy, høvdu minsta vøksturin - 5,6 prosent.
Miðallønin fimm prosent hægri
Í oktober var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 37.735 krónur. Hetta eru fimm prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør.
Í oktober fingu kvinnur 30.424 krónur í miðal, sum eru 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 44.350 krónur.
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 5,2 prosentum hjá monnum og 4,6 prosentum hjá kvinnum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald