Innanlands

Hagstovan: Føroyskir pápar yngri enn danskir

Miðalaldurin á føroyskum pápum, sum fyri fyrstu ferð gjørdust pápar í fjør, var 31,3 ár, meðan miðalaldurin hjá donskum pápum var 31,6 ár, vísa tøl hjá Hagstovuni

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2023-06-05 20:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er pápadagur og grundlógardagur, og í hesum sambandi hevur Hagstovan gjørt eina samanbering av føroyskum og donskum pápum, sum gjørdust pápar fyri fyrstu ferð í fjør.

Sambært tølunum hjá Hagstovuni vóru føroyskir pápar í miðal yngri enn danskir pápar, sum fyri fyrstu ferð gjørdust pápar í 2022. Miðalaldurin á teimum var ávikavíst 31,3 og 31,6 ár.

Í 2012 vóru teir føroysku páparnir eisini yngri enn teir donsku. Tá var miðalaldurin ávikavíst 29,9 og 31,4 ár.

Hagstovan leggur afturat, at tølini fevna um pápar, sum eru búsitandi í Føroyum og fyrstu ferð gjørdust pápar at barni við bústaði í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder