Innanlands

Hagstovan: 30.652 starvsfólk í juli

Tilsamans 56 prosent av starvsfólkunum arbeiddu í juli hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-15 17:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juli taldi starvsfólkaskarin í Føroyum 30.652 fólk, sum er 350 fólk - ella 1,2 prosent - fleiri enn sama mánað í fjør.

Talan var um góðar 15.700 menn og 14.900 kvinnur, skrivar Hagstovan.

Menninir vóru 173 fleiri enn sama mánað í fjør, og kvinnurnar vóru 177 fleiri. Tað svarar til ein vøkstur á ávikavist 1,1 og 1,2 prosent.

Starvsfólkatalið er vaksið hjá arbeiðsgevarum undir bæði almennum og privatum ræði. Tó eru flest menn komnir afturat hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði, har teir vóru 156 - ella 1,4 prosent - fleiri enn sama mánað í fjør.

Flest kvinnur eru lagdar afturat arbeiðsgevarum undir almennum ræði, har tær vóru 137 - ella 1,5 prosent - fleiri samanborið við juli í fjør.

Tilsamans 56 prosent av starvsfólkunum arbeiddu í juli hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði.

Les eisini: Lønarvøksturin var 7 prosent hetta seinasta árið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder