Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur útnevnt guvernørin í statinum Louisiana, Jeff Landry til serligt sendifólk til Grønland.
Tað boðaði amerikanski forsetin frá í nátt okkara tíð á sínum egna sosiala miðli Truth Social.
Landry er 54 ára gamal og hevur verið guvernørur í Louisiana síðan januar 2024. Hann hevur verið í amerikanska herinum og hevur eisini verið løgreglumaður og havt egna fyritøku, áðrenn hann fór uppí politikk.
Áðrenn hann gjørdist guvernørur, hevur Landry sitið í amerikonsku Kongressini og hevur eisini verið løgmálaráðharri í Louisiana.
Landry er tilvitaður um, hvussu týðandi Grønland er fyri trygdini hjá USA, sigur Trump.
– Jeff skilir, hvussu týðandi Grønland er fyri okkara trygd, og hann vil virka fyri áhugamálunum hjá okkara tjóð og trygdini og tryggleikanum hjá okkara sameindu - hjá øllum heiminum.
Á X takkar Landry Trump fyri tilnevningina.
– Tað er ein heiður at tæna tær í hesum sjálvbodna leiklutinum fyri at gera Grønland til ein part av USA. Hetta ávirkar á ongan hátt mítt embæti sum guvernørur í Louisiana, skrivar hann.
Trump hevur fleiri ferðir tosað um, at USA átti at yvirtikið Grønland, og hevur hann ikki viljað útiloka at taka tað við valdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald