Innanlands

Gull og basalt til Margrethu drotning

Margretha drotning fekk handað gávu frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-07-16 09:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum siður er, fekk Margretha drotning handað eina gávu frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, tá ið Tórshavnar kommuna var vertur fyri drotningavitjanini seinnapartin í gjár.

Drotningin fekk gávuna handaða á Hafnia, har Margretha drotning varð boðin til ein miðmála.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Turið Nolsøe Mohr hevur sniðgivið gávuna. Talan er um eina brosju úr gulli og basalti.

Turið er fødd og uppvaksin í Føroyum, men býr uttanlands. 

Íblásturin til at arbeiða við smykkum er sprottin úr longslinum eftir føroysku náttúruni. Tí kennist tað natúrligt hjá Turið at arbeiða við gulli og basalti - hesum steinslagnum, sum hevur evnað til Føroyar.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder