2019-08-02 14:56
            
        
        
                
            Vága Floghavn boðar í dag frá, at Gudny Langgaard hevur valt at siga seg úr starvi. Orsøkin er nýggjar avbjóðingar. 
Gudny var ikki í starvi nógv meira enn eitt ár - 1. mai 2018 byrjaði hon sum stjóri í Vága Floghavn. 
Til nýggjur stjóri er settur, verður tað næstforkvinnan í nevndini hjá Vága Floghavn, Oddbjørg Højgaard, ið tekur við. Nevndin boðar frá, at tað verður beinanvegin lýst eftir nýggjum stjóra. 
Nevndin í Vága Floghavn skrivar, at hon ynskir at takka Gudny fyri samstarvið, og ynskir henni alt tað besta framyvir,
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald