Innanlands

Guðlaugur Herason nýggjur KT-leiðari á Strandferðsluni

Strandferðslan hevur sett KT-leiðara. Guðlaugur Herason er 44 ára gamal og ættaður av Tvøroyri

2022-10-21 09:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Guðlauger Herason er settur sum KT-leiðari á Strandferðsluni.

Guðlaugur er 44 ára gamal, ættaður av Tvøroyri og er útbúgvin bachelor of science í teldufrøði.

Hann hevur drúgvar royndir í at umsita og menna KT-umhvørvið hjá Tórshavnar Kommunu, Nema og TDC Hosting.

Guðlaugur byrjar í starvinum á Strandferðsluni 1. desember og verður partur av leiðslubólkinum.

Herfyri varð kunngjørt at Niels Juel Arge er settur sum nýggjur strandferðslustjóri. Hann byrjar í starvinum 1. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder