Innanlands

Grundøki í Norðragøtu til sølu til íbúðarbygging

Talan er um eitt øki á umleið 6.700 fermetrar – Byggingin skal vera fjølbroytt við einum hóskandi tali av íbúðum í ymiskum støddum, sigur Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2021-04-17 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturkommuna bjóðar nú eitt grundøki í Norðragøtu til sølu til íbúðarbygging.

Grundøkið er partur av matr.nr. 72f, og er tað uml. 6.700 fermetrar til støddar.

Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti til, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verður bygt. Hetta kann verða eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Kommunan setir tó sum treyt, at tað verður eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini.

Byggingin skal vera fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til stórfingna og fría útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er í góðari góðsku og fellur væl inn í vakra landslagið, skrivar Eysturkommuna.

Freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 14. mai klokkan 12. Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder