Mentan

Grótlist í Silo

Eli Smith sýnir fram brotamyndir og grótmálningar

2025-11-05 19:17 Author image
Innsent
placeholder

Hósmorgunin letur ein forvitnislig framsýning upp í inngongdini til matstovuna Silo í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

Talan er um eitt "chef d'oeuvre" ella høvuðsverk hjá listamanninum Eli Smith. Stórar brotamyndir, sum ímynda Jesu líðingarsøgu, evnað úr basalti og alskyns gróti og gimsteinum úr bæði Føroyum og øðrum londum. Til dømis kemur dýrabari steinurin Lapis lazuli fyri í tveimum myndum, Nuumit úr Grønlandi (høvur Jesusar) og likamið (holdið og breyðið) eru kálksteinur úr Barentshavinum.

Eisini verður ein grótmálningur at síggja, har ið tilfarið er mjølvað, m.a. úr griskum marmori og koli úr Hvalba.

Til ber at síggja myndirnar í upplatingartíðunum hjá Silo, sum er yrkadagar frá klokkan 8 til 16, og verða myndirnar hangandi í rúma tíð.

Eli Smith (f. 1955) hevur síðan 2003 brúkt náttúruna sum sína palett, har hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari – sokallaðir ‘grótmálningar’, men hann sker eisini grót í flísar til meira umfatandi brotamyndir – mosaikk.

Tilfarið er úr Føroyum og úr øllum heiminum, og túnið hjá Eli er fult av søgum um sjómenn og onnur, sum hava borið honum fjaldar dýrgripir frá skapanarverkinum (steinar og grót) bæði av sjógvi og landi.

Myndefnini í grótmálningunum eru sum heild ekspressionistisk landsløg, meðan brotamyndirnar serliga fara í dýbdina við bíbilskum myndevnum.

Listin stendur ongantíð í stað, og tíðum finnur Eli upp á aðrar nýggjar tøknir – sum eitt nú at mála við vatnligum oman á límað marmordrúss úr Grikkalandi – ‘steinakvarell’.

Nú Eli fyri stuttum fylti sjeyti, hevur hann valt at sýna myndirnar fram í Silo.

Her sæst filmur, har Eli Smith greiðir frá myndunum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder