Innanlands

Grót lopið oman á vegin við Fossá

Í morgun var ikki koyrandi fyri gróti á landsvegnum við Fossá, men vegurin er nú ruddaður, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-18 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eina løtu í morgun var ikki koyrandi á landsvegnum við Fossá, nærindis Haldarsvík. Orsøkin var, at nógv grót var lopið oman á vegin.

Tað var um klokkan átta í morgun, at løgreglan fekk boð um hetta, og góvu tey boðini víðari, so vegurin kundi ruddast.

Av politistøðini verður sagt, at tað nú er koyrandi eftir vegnum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder