Uttanlands

Grønt ljós til undirsjóvartunlar í Hetlandi við íblástri úr Føroyum

Stýrið í Hetlandi eins og skotska stjórnin hava í dag tikið undir við at at brúka 15 mia. kr. til at byggja fleiri undirsjóvartunlar eftir føroyskum mynstri

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2026-06-30 22:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Stýrið í Hetlandi eins og skotska stjórnin hava í dag tikið undir við at at brúka  15 mia. kr. til at byggja fleiri undirsjóvartunlar eftir føroyskum mynstri

Hetta visti BBC at siga seinnapartin. Flestu miðlar í Bretlandi hava eisini hesa søguna sum høvuðstíðindini.

Eftir drúgvar kanningar og umrøðu nú í fleiri ár er avgerð tikin um at byggja í fyrsta lagi tveir undirsjóvartunlar sum skulu binda oyggjarnar Yell og Unst við meginlandið. Seinni koma tveir aðrir undirsjóvartunlar.

BBC veit at siga frá, at avgerðin hevur við sær, at ætlanir um at skifta út gomlu ferjurnar, sum binda oyggjarnar saman, verða tiknar av skránni. BBC vísir eisini á, at íblásturin til hesa stóru samferðsluætlan kemur úr Føroyum, sum hevur megnað at binda oyggjarnar saman við tunlum og sum hevur havt stóran týdning fyri búskapin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder