Nú finst sangurin “Grønt, grønt, grønt” eisini sum sjónbandalag á Youtube. Tað eru tær báðar Eyðdis og Jóhanna Iversen, ið spældu høvuðsleiklutirnar Sanna og Anna í Jól í grannalagnum, sum vit hoyra og síggja. Eisini síggja vit aðrar leikarar í sjónbandalagnum, ið eisini vóru við í leikinum.
Vár Berghamar Jacobsen, ið eisini leikstjórnaði Jól í grannalagnum, framleiddi og samskipaði arbeiðið við sjónbandalagnum. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur tikið upp, og Jákup Skovsgård Thøgersen hevur sett ljós við hjálp frá Kasper Heden Andersen.
Tónleikin hevur Finnur Hansen tikið upp og framleitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald