Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, hevur í dag sent út tíðindaskriv í sambandi við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, áhaldandi kemur við ynskjum um at yvirtaka Grønland.
Hetta kann landsstýrissamgongan í Grønlandi á ongan hátt góðtaka, stendur í tíðindaskrivinum.
Landsstýrisflokkarnir leggja dent á, at Grønland sum partur av ríkisfelagsskapinum, eisini er partur av Nato, og at Nato er partur av verjuni av Grønlandi.
- Øll limalondini í Nato, herundir USA, hava felags áhuga í verjuni av Grønlandi, og landsstýrissamgongan í Grønlandi vil tí saman við Danmark arbeiða fyri, at samskiftið um og menningin av grønlendsku verjuni verður framd í Nato samstarvinum, verður sagt.
Formaðurin í Naalakkersuisut, Jens-Frederik Nielsen, greiðir eisini frá fráboðanini í einum uppslagi á Facebook, sum sæst herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald