
Tusass, grønlendska almenna post- og telefelagið, hevur gjørt avtalu við eitt franskt felag um at tryggja betri internet í Eystur- og Norðurgrønlandi.
Tusass hevur gjørt avtalu við felagið Eutelsat um at fáa til vega telesamband umvegis fylgisvein í Grønlandi.
Tað skrivar Danmarks Radio, sum hevur tosað við Toke Binzer, stjóra í Tusass.
Tusass hevur longu frammanundan samstarv við Eutelsat. Við nýggju avtaluni fær franska felagið ein enn størri leiklut í Grønlandi, tú teirra fylgisveinar nú skulu veita trygt telesamband til Tasiilaq og Ittoqqortoormiit í Eysturgrønlandi og Qaanaaq í Norðurgrønlandi.
- Vit kenna teirra tænastu og tey eru partar av okkara undirstøðukervi, men nú vilja vit útbyggja samstarvið fyri at betra um tænastuna í fleiri av okkara býum, sigur Toke Binzer við DR.
Eisini í Fraklandi fegnast tey um samstarvið.
- Kritiskt undirstøðukervi er vorðið eitt fokusøki í Evropa, og vit fegnast um at kunnu fara víðari við okkara samstarvi við Tusass, sigur Cyril Dujardin, stjóri í Eutelsat Connectivity m.a. í tíðindaskrivi í dag.
Tænastur til skip og bjarging
Netverkið hjá Euitelsat skal ikki bert tryggja internet í bygdunum. Tað skal eisini tryggja mótstøðuførið hjá tí kritiska undirstøðukervinum og skapa nýggjar møguleikar fyri tænastur til sjó- og neyðhjálpartænasturnar.
- Vit hava ikki áður havt eina tænastu, sum vit kunnu bjóða skipum, og hava heldur ikki havt mobilt internet umvegis fylgisvein, sum vit hava kunnað bjóða til eitt nú leiti- og bjargingararbeiði, sigur Toke Binzer, stjóri í Tusass.
Hava verið samráðingar við Starlink
Almenna veitingarfelagið Tusass hevur einkarrætt til alt fjarskifti í Grønlandi, og hevur í eina tíð leita eftir samstarvsfelaga til at loysa avbjóðingarnar við vánaliga internetinum í teimum mest fjarskotnu økjunum í landinum.
Í hesum sambandið hevur Tusass eisini verið í sambandi við amerikanska felagið Starlink hjá ríkmanninum Elon Musk.
Sambært Toke Binzer er tað ikki ein spurningur um, at annað felagið er betri enn hitt, sigur hann við DR.
- Feløgini ery ymisk, og hava ymsar tænastur, treytir og modell. Vit kenna væl Eutelsat, tí vit hava samstarvað við tey leingi, sigur stjórin hjá Tusass.
Liberalisering á veg?
Grønlendskir politikarar hava annars í eina tíð kjakast um, hvørt stundin ikki er komin til at gera telemarknaðin meira liberalan. Men ein frágreiðing, sum grønlendska ráðið við býli og undirstøðukervi sum málsøkjum gav út í oktober í fjør vísti á, at ein liberalisering kann gera, at landið missir tamarhaldið á veitingartrygdini.
- Vit skulu ansa eftir, at vit ikki lata tamarhaldið á tele-undirstøðukervinum í okkara landið til útlendskar aktørar, við heilt øðrum áhugamálum, segði táverandi landsstýrismaðurin, Hans Peter Poulsen, í sambandi við at frágreiðingin varð kunngjørd.
Frágreiðingin lýsir handilsmodellið hjá Starlink sum nakað serligt við tað, at tey veita internet beinleiðis til endakundan. Men so leingi Tusass hevur einkarrætt til telesamskifti í landinum, ber ikki til at gera avtalu við Starlink.
Men stjórin fyri Tusass sigur tó, at hetta ikki merkir, at Starlink ikki eisini kann fáa ein leiklut í internetdekninginum av Grønlandi. Hann hevur tó ikki møguleika at koma nærri inn á hetta økið í løtuni, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald