Innanlands

Grønland og Føroyar saman á jazzkonsert

Vetrarjazz 2026 bjóðar til konsert við tónleikaverkætlanini Addeq og føroysku Jákup Tórgarð Trio sunnudagin 25. januar kl. 15

2026-01-19 12:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 1987 fóru nakrir føroyskir fólkatónleikarar, m.a. Kristian Blak, til Grønlands at spæla konsertir. Her hittu teir trummudansaran Anda Kuitse. Burtur úr hesum spratt seinni útgávan Addeq, sum varð innspæld í Føroyum í 1989 við tónleikarum úr Grønlandi, Afrika og Svøríki.

Á konsertini fara Kristian Blak, Angelika Hansen, Heðin Ziska Davidsen og Mikael Blak at spæla tónleikin á hesari útgávuni. Saman við teimum verður eisini Miké Thomsen, sjónleikari, dansari og tónleikari, sum harumframt hevur lært trummudans hjá Anda Kuitse.

Síðani spælir Jákup Tórgarð Trio, ið samantvinnar nýmótans djass við klassiska impressionismu. Trímannabólkurin spældi á fyrsta sinni í 2025 til Summartónar Festivalin og á Listasavninum á Sandi. Teir, ið manna bólkin eru Jákup Tórgarð (klaver), James Goodwin (slagverk) og Torleik Mortensen (bass).

Konsertin er partur av Vetrarjazzi 2026. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder