Innanlands

Grindin hevur lagt beinini

Grindin er nógv minni enn fyrst mett

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-09 11:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Grindin, sum var funnin í Sandvík í morgun, hevur nú lagt beinini í Hvalba.

- Drápið gekk væl. Tað tók áleið átta minuttir at drepa hana, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.

Grindin varð rikin av Sandvík og um nesi inn á Hvalba. Tað gekk væl at reka og hon fór við ferð inneftir fjørðinum og gjørdi landgongd.

Talan er um væl minni grind enn fyrst mett. Sýslumaðurin metur, at tað kanska er helvtin av teimum 80-100 hvalunum, sum fyrst varð mett.

- Grindin verður býtt út til ein part av oynni. Eg havi enn ikki tikið avgerð um hvussu hon verður býtt, sigur Jaspur Vang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder