2025-08-21 16:26

Fyri løtu síðani boðaði onkur umborð á Smyrli frá grind, tá skipið var á veg suðureftir.
Hetta var við Sandoynna - við Dalsfles.
Sýslumaðurin Kristjan Martin Joensen váttar fyri Portalinum, at ein fráboðan er komin um grind.
Hann sigur eisini, at bátar eru farnir til fráboðaða økið.
Sum skilst er talan um eina stóra grind.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald