2025-07-20 20:44

Fyri einum tíma síðan ella so varð boðað frá grind suður úr Mýlingi.
Ætlanin er at reka grindina til Tjørnuvíkar. Enn er bara ein bátur hjá grindini, men fleiri bátar eru á veg, upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.
Ilt er at siga nær væntast kann, at grindin verður hildin til.
Sýslumaðurin hevur lýst grindaøki. Sýslumaðurin ger greitt, at allir óviðkomandi bátar/skip flogfør/tyrlur, dronur og persónar skulu halda seg í minsta lagi ein fjórðing frá grindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald