2025-09-04 10:54

Tað eru grindaboð í Skúvoyarfirði í løtuni. Ætlanin er at reka grindina inn á Sand.
Í hesum sambandi boðar sýslumaðurin frá, at sjóøkið og loftøki ein fjórðing frá grindini nú er lýst sum grindaøki, sum merkir, at ongi óviðkomandi skulu vera á økinum.
Av løgreglustøðini vita tey enn ikki naka um, hvussu stór grindin, ella hvussu nógvir bátar eru hjá henni.
Dagføring: Grindin kavaði, og varð ikki funnin aftur. Illgruni um, at talan var um hvessing
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald