Innanlands

Grind funnin í Miðvági

Tað vóru ov fáir bátar og ov lítið av fólki, og tí varð avgerð tikin um at reka grindina út aftur

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2025-08-07 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein lítil grind er í morgun funnin á Miðvági, men hon verður ikki hildin til.

– Tað eru fáir bátar og lítið av fólki, so kannað verður nú, um hon skal merkjast, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður við Portalin.

Grindin varð funnin nakað áðrenn klokkan átta í morgun.

Myndir av grindini síggjast á Jn.fo her.

Dagføring kl. 12.39: Avgerð varð tikin um at reka grindina út aftur, segði sýslumaðurin við Útvarpið á middegi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder