Innanlands

Greining: Aksel hevur nokk at taka av

Kortini varðar løgmaður sjálvur av mentamálum fyribils

Tvær fyrrverandi landsstýriskvinnur við mentamálum leggja ráð saman, Helena Dam á Neystabø og Kristina Háfoss (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tvær fyrrverandi landsstýriskvinnur við mentamálum leggja ráð saman, Helena Dam á Neystabø og Kristina Háfoss (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-21 15:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um avgerðin hjá Rigmor Dam at leggja frá sær sum landsstýriskvinna við mentamálum í dag kom óvant á løgmann, vita vit ikki. Men ein sannroynd er tað so, at Aksel V. Johannessen ikki hevði eitt nýtt navn at seta í hennara stað, nú tíðindini bórust um afturtøkuna beint fyri middag í dag.

Løgmaður hevur sjálvur valt – fyribils – at taka sær av teimum málum, sum Rigmor Dam hevði ræði á sum landsstýriskvinna, og sostatt er ongin politiskur ábyrgdari at finna í mentamálaháborgini við Hoyvíksvegin komandi tíðina, tí viðkomandi situr ytst á Tinganesi.

Hetta er sostatt aðru ferð innan fáar mánaðir, at løgmaður sjálvur má yvirtaka málsøkini, sum partamaður ella -kvinna hevur røkt, men sum velur at leggja frá sær.

Eitt sindur undarligt kann tað tykjast, at tað ikki hevur eydnast Javnaðarflokkinum at koordinera politiska spælið so mikið, at avloysarin hjá Rigmor Dam stóð klár/ur at traðka til beinanvegin – so leingi er heldur ikki til løgtingsval.

Tí tað er tað politiska spælið, sum hevur størsta týdning av øllum, ikki bert hjá Javnaðarflokkinum, hetta og til løgtingsval hevur verið.

Undarligt er tað, tí júst í Javnaðarflokkinum átti at verið ríkiligt av tilfari at taka av til ein nýggjan landsstýrismann ella –kvinnu við mentamálum.

Aksel V. Johannessen hevur ein fyrrverandi sitandi í tingsalinum – Helena Dam á Neystabø. Hon hevur royndirnar og kann fara til verka beinanvegin.

[object Object]Kristianna Winther Poulsen og ein fyrrverandi landsstýriskvinna við mentamálum, Óluva Klettskarð (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hartil hevur hann eisini aðrar meinigar tinglimir, sum heldur enn fegin vilja gera seg galdandi júst í mentamálum. Her hugsa vit um Kristiannu Winther Poulsen og núverandi tingflokkaformann, Jonleif Johannessen.

Kristianna Winter Poulsen er møguliga enn ov fesk sum javnaðarkvinna (hon hevur, eins og Helena Dam á Neystabø, eina fortíð í Sjálvstýri) til so tignarligt embæti, meðan Jonleif Johannessen kanska er ov virðismikil sum floksvørður og fremsti verji fyri javnaðarvirðunum á løgtingi.

Men ein slíkan verja fyri javnaðarvirðunum hevur løgtingið væl saktans fingið aftur í Rigmor Dam, sum eftir smeitirnar sum landsstýriskvinna hevur skund við at bøta um sítt sosialdemokratiska umdømi innan farast skal á val aftur. Abbadóttur sjálvan stovnaran av Javnaðarflokkinum kláraði seg hóast alt sera væl á seinasta vali við næstan 400 persónligum atkvøðum, men eftir skeiðið í Mentamálaráðnum er stórur vandi fyri, at heilt nógvar av hesum atkvøðunum eru mistar.

[object Object]Jónleif Johannesen og ein fyrrverandi landsstýriskvinna við mentamálum, Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Djóni Nolsøe Joensen hevði óivað eisini riggað sum mentamálaráðharri, hóast tað er almannamál, sum hava hansara størsta áhuga, og so mugu vit heldur ikki gloyma mentamannin Sjúrð Skaale, sum hevur verið parkeraður á danatingið alt valskeiðið.

Um Sjúrður Skaale satsar upp á enn eitt skeið á Fólkatingi, so er hann ikki aktuellur sum mentamálaráðharraevni, men um hann kanska satsar upp á at venda politisku nøsina heimaftur, so hevði mentamálaráðið kanska verið tað heilt rætta staðið fyri hann at etablera seg sum løgtingspolitikara.

Vinningurin hevði so verið, at Henrik Old kundi parkerast á danatingi so leingi – tí nógv gott kann sigast um skiparan úr Vági, men við sínum 72 árum á baki kemur hann so ikki at mynda framtíðina hjá Javðnaðarflokkinum í føroyskum politikki. 

[object Object]Aksel V. Johannessen hevur nú tveir fyrrverandi ráðharrar sitandi í tingbólkinum, Henrik Old og Rigmor Dam (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder