Innanlands

Grein hjá Bjørn Kunoy í Canadian Yearbook of International Law

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið stóra vísindaliga grein í Canadian Yearbook of International Law um løgdømisviðurskifti í havrættarsáttmálanum hjá ST

Mynd: Finnur Justinussen/Setur.fo

Mynd: Finnur Justinussen/Setur.fo

2021-05-08 16:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivaði greinina "The Scope of Compulsory Jurisdiction and Exceptions Thereto under the United Nations Convention on the Law of the Sea", sum er útgivin í Canadian Yearbook of International Law. Greinin viðger trætuskipanina í havrættarsáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum.

Havrættarsáttmálin hjá ST varð settur í gildi í 1994 og hevur í dag umleið 170 sáttmálapartar. Sáttmálin hevur eina innbygda trætuskipan, sum verður brúkt í sambandi við allar trætur, ið hava við havrættarsáttmálan at gera. Tó eru nøkur fá undantøk til hesa innbygdu og kravdu trætuskipan.

Bjørn Kunoy viðgerð løgdømisviðurskifti í havrættarsáttmálanum hjá ST empiriskt. Greinin tekur sostatt støði í viðgerð av øllum dóms- og gerðarrættarúrskurðum gjøgnum tey 20 árini frá fyrsta úrskurðinum í 1999 í eini fiskiskapstrætu millum Japan øðrumegin og Avstralia og Ný Sæland hinumegin og fram til seinasta løgdømisúrskurðin í 2020, sum er ein marknatrætu millum Móritius og Maldivurnar, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder