Uttanlands

Granskarar funnið ovurstóran lut á Mánanum

Luturin, sum vigar 2,177 trilliónir kilo, var undir jørð

Mynd: NASA

Mynd: NASA

2019-06-13 12:43 Author image
Ari av Rana

Granskarar hava funnið ein ovurstóran lut í størsta goskoppinum, sum vita kenna til í okkara sólarskipan.

Luturin, sum var funnin í stóra goskoppinum á Mánanum, var undir jørð, og vigaði heili 2,177 trilliónir kilo. Tað er 2.177.000.000.000.000.000 kilo.

Ein av granskarunum sigur við CNN, at luturin svarar til at man gravar jarn niður, sum svarar til fimm ferðir støddina av Big Island á Hawaii.

Á litaðu myndini sæst stóri goskoppurin í bláum, meðan rundingurin vísir hvar ovurstóri luturin liggur.

placeholder
placeholder