Uttanlands

Granskarar ávara um ógvusligar hitabylgjur í framtíðini

Ógvusliga hitabylgjan í Pakistan og India fyrr í ár gevur okkum eina ábending um, hvat mann kann vænta í framtíðini, siga veðurlagsgranskarar

Pakistan er eitt av teimum londunum, sum upplivdi eina ógvusliga hitabylgju í vár (Mynd: EPA)

Pakistan er eitt av teimum londunum, sum upplivdi eina ógvusliga hitabylgju í vár (Mynd: EPA)

2022-06-04 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ógvusliga hitabylgjan í Pakistan og India fyrr í ár gevur okkum eina ábending um, hvat londini kunnu vænta í framtíðini.

Tað siga veðurlagsgranskarar úr bólkinum World Weather Attribution. Sambært teimum hava veðurlagsbroytingar gjørt tað meira sannlíkt, at vit fara at síggja fleiri slíkar hitabylgjur framyvir.

Mars mánaður í ár var tann heitasti, sum India hevði upplivað, síðan byrjað varð at máta hitan fyri 122 árum síðani. Hitin var upp móti 50 stigum.

Samstundis var mars 2022 eisini ein sera turrur mánaður, har Pakistan fekk nøgdin 62 prosent minni regn enn vanligt, og India fekk 71 prosent minni.

Slíkar hitabylgjur sum tann, sum India og Pakistan upplivdu í vár, eru ikki so óvanligar beint undan monsuntíðini, men ógvusligi hitin og minkandi nøgdin av regni hevur havt stórar avleiðingar fyri almenna heilsuna og landbúnaðin í økinum, skrivar Ritzau.

Verður heimurin tvey stig heitari enn í undanídnaðarligum tíðum, kunnu hitabylgjur sum tann í vár koma fyri fimta hvørt ár, og tað, vit hava sæð higartil er ein ábending um hetta, sigur veðurlagsgranskari á Indian Institute of Technology í Mumbai.

Bretska veðurstovan sigur, at slíkar hitabylgjur verða 100 ferðir meira sannlíkar orsakað av veðurlagsbroytingunum, og at vit væntandi fara at síggja tær triðja hvørt ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder