Mentan

Grækarismessuhald í Varpinum í dag

Tað er Skótalið Nólsoyar Pálls, sum skipar fyri saman við KFUM-K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri – Eftir Grækarismessuhaldið verður 80 ára stovningardagurin hjá Skótalið Nólsoyar Pálls hátíðarhildin

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2024-03-10 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 14 verður Grækarismessuhald í Varpinum í Klaksvík.

Hornorkestrið spælir, Árni Skaale flytur fram røðu, og skótar luttaka.

Klaksvíkar Dansifelag hevur í nøkur ár skipað fyri grækarismessuhaldi í Skálanum, men í ár verður tað í nýggja Varpinum.

Tað er Skótalið Nólsoyar Pálls, sum skipar fyri saman við KFUM-K skótunum og Klaksvíkar Hornorkestri, skrivar Klaksvíkar kommuna.

– Skótalið Nólsoyar Pálls verður 80 ár á Grækarismessu, og beint eftir vanliga Grækarismessuhaldið, sum í ár ikki verður drúgt, verður 80 ára stovningardagurin hjá SNP hildin. Tað vera stuttar afturlítandi framløgur, knútaskeið, felagssangur og gaman, eisini trínur gamla skótaorkestrið Streingjafløkjan á pallin. Ulvar og skótar sýna kynstur og til seinast okkurt søtt til góman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder